Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur ungdómsráðgevi í Heimamissiónini

Hannefíða Joensen

Ragnhard Petersen byrjaði í dag í starvi sum ungdómsráðgevi hjá Heimamissiónini. Hann kemur í starv eftir at eingin ungdómsráðgevi hevur verið seinastu árini.

Ragnhard Petersen byrjaði í dag í starvi sum ungdómsráðgevi hjá Heimamissiónini. Hann kemur í starv eftir at eingin ungdómsráðgevi hevur verið seinastu árini.

Ragnhard er um at vera liðugur við sína útbúgving sum gudfrøðingur, og hann kemur at starvast hálva tíð sum ungdómsráðgevi.

Í samband við setanina sigur Heri Kjærbo, missiónsskrivari, at tað er gleðiligt at fáa ein í starv, sum burturav fæst við ungdómsarbeiðini.

– Landsungdómsnevndin og onnur, sum hava tikið sær av ungdómsarbeiðinum hjá Heimamissiónini, meðan eingin ungdómsráðgevi hevur verið, hava gjørt ein stóran innsats, men tað hevur verið saknur á einum ungdómsráðgeva, sigur Heri.

Sjálvur sigur Ragnhard, at hann í arbeiðinum fer at leggja stóran dent á upplæring av leiðarum til ungdómsarbeiðini kring landið, tí at í Guds ríki er tað altíð brúk fyri leiðarum, sum vilja taka ábyrgd og ganga á odda.