Hansara rættarbrot kemur at kosta tí almenna milliónir, skrivar FF Blaðið
FF-blaðið nr 356 tann 8. desember skrivar:
Í síðstu viku fingu vit knappliga nýggjan landsstýrismann í innlendismálum, nevniliga fyrrverandi landsstýrismannin í fiskivinnumálum Jacob Vestergaard.
Sjálvur heldur hann seg hava góðan førleika at røkja hetta nýggja starv, og tað sama heldur løgmaður eftir tí, sum er komið fram.
Men tað er tó ikki komið fram, at Jacob Vestergaard hevur eitt "lík í lastini", nú hann møtir upp aftur í landsstýrinum.
Hetta lík eitur "Jógvan S", og skal her gerast ein stutt lýsing av handfaringini hjá Jacob Vestergaard av hesum máli.
Tann politiski parturin av málinum var sum kunnugt tann, at landsstýrismálanevndin kom til ta niðurstøðu, at loyvið var givið ólógliga. Á hesum grundarlagnum varð Jacob Vestergaard tí í tinginum undir hóttan um misálit kravdur eftir at taka loyvið aftur.
Móti hesum stendur, at tað er ein grundleggjandi rættarregla, at eitt loyvi, sum myndugleikin hevur givið borgara, er bindandi. Er hetta loyvi givið av einum mistaki, so er hetta ein trupulleiki hjá tí, sum hevur gjørt ella havt ábyrgd av mistakinum, nevniliga táverandi landsstýrismaður á økinum, og ikki hjá tí borgara, sum hevur fingið eina tilsøgn. Hetta skuldi verið nóg greitt til at avgreiða málið.
Hetta visti Jacob Vestergaard sera væl, tí tað eru fordømi um júst hetta í Fiskimálaráðnum, og hetta má hann eisini hava fingið at vita frá sínum løgfrøðiligu ráðgevarum. Hetta mátti eisini ein rímilig rættvísiskensla sagt einum og hvørjum, sjálvt um hann hvørki er politi ella juristur.
Framdi við beráddum huga greitt rættarbrot.
Hóast hetta tók Jacob Vestergaard fiskiloyvið hjá Jógvan S aftur, og merkti hetta, at fiskimenn mistu sítt arbeiði frá degi til dags. Tað var frammanundan greitt, at hetta var tilvitað rættarbrot framt av Jacob Vestergaard persónliga, eftir øllum at døma bert fyri at bjarga egnum skinni sum landsstýrismaður. Vinningurin gjørdist tó sera avmarkaður. Val varð útskrivað, og hann fekk bert fáar mánaðar afturat í landsstýrissessinum kortini.
Málið endaði í rættinum, har tað fall ein fullkomiliga greiður og fyri Jacob Vestergaard lemjandi dómur, sum m.a. staðfesti, at landsstýrismaðurin framdi grundleggjandi brot á grundleggjandi rættarreglur mótvegis rættindindum hjá borgarum. Landsstýrismenn og ráðharrar hava rokið fyri minni enn hetta. Men tá var Jacob Vestergaard farin úr landsstýrinum og kundi tí ikki persónliga ábyrgjast fyri hesum greiða rættarbroti. FF-blaðið er einasta blað sum prentaði grundgevingar hjá rættinum, og tær finnast á okkara heimasíðu: www.fiskimannafelag.fo blað nr. 315.
Kemur aftur at taka ímóti rokningini.
Men nú er Jacob Vestergaard komin í eitt nýtt landsstýrið, sum fær til uppgávu at taka ímóti rokningini fyri hansara embætisførslu í hesum máli. Umrøddi dómur hevur nevniliga ført til eitt annað rættarmál, og tað er krav um endurgjald til reiðarí og manning fyri fíggjarligan miss av umrødda rættarbroti.
Hóast dómur ikki er feldur enn, so er tað longu greitt frá gongdini í sakini, at endurgjaldið verður fleiri milliónir, sum Jacob Vestergaard tilvitað og við beráddum huga er orsøkin til. Tað verður áhugavert at síggja, hvussu politiska skipanin við hennara fjølmiðlum fer at takla hetta. Tað verður ein áhugaverdur spurningur, um tað ongar avleiðingar skal hava, at landsstýrismaður tilvitandi hevur pádrigið landskassanum eina millióna útreiðslu.
Ikki minst er hetta áhugavert eftir at borgmeistarin í Klaksvík av løgmanni er meldaður til løgregluna fyri í góðari trúgv at hava kostað skattaborgarum í sóknini upp til eina millión.
Rætturin: Landsstýrismálanevndin kann ikki nýtast sum undanførsla
Tað hoyrir við til søguna, at páskotið hjá Jacob Vestergaard fyri hansara rættarbrot er landsstýrismálanevndin og hennara løgfrøði, sum hann føldi tað sum sína skyldu at fylgja. At henda løgfrøðin er meira enn ivasom er alment kent. Hetta er eisini staðfest av dóminum í málinum, sum sigur, at loyvið til Jógvan S var juridiskt heilt lógligt. Afturat hesum sigur dómurin, at undanførslan hjá landsstýrismanninum, at nýta landsstýrismálanevndina sum páskot fyri hansara avgerð í hesum máli, er uttan nakað sum helst grundarlag.
Tann einasti tingmaðurin, sum í samband við Jógvan S-málið royndi at halda hesa løgfrøði upp móti ljósinum, fekk eina átalu frá løgtingsins formansskapi! Og eitt annað úrslit av hesi "rokadu" er tann, at júst hesin tingmaður nú er fyrrverandi tingmaður. Hetta er tað sum fólkaflokkurin kallast "endurnýgging".
Eitt av málsøkjunun hjá Jacob Vestergaard, nú hann kemur aftur í landsstýrið, er at umsita lógarmál. Her er hann uttan iva í samsvar við restina av politisku skipanina.
Hetta er bert ein váttan av teirri lýsing sum vit ofta hava havt av rættartrygdini í Føroyum, seinasta í seinasta blað.




