Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NÝHUGSAÐ BÚMERKI

John William Joensen

Ráðið fyri brekað hevur fingið búmerkið.

Tað er Eyðun Eliasen, arkitektur, sum hevur sniðgivið.

Nýggja búmerkið hevur ein lættan, óformellan dám. Tað er bygt á kendu ímyndina fyri brekað, serliga rørslutarnað, ein persónur í koyristóli. Men í staðin fyri at minna á avmarkingar, sýnir búmerkið ein virknan og en skerdan persón og ímyndar lívsgleði og frælsi.

Ráðið fyri brekað virkar fyri at niðurbróta forðingarnar, sum fólk við breki í Føroyum, liva undir.

Navnið er skrivað soleiðis, at orðið “fyri” er tikið fram, fyri at undirstrika leiklutin hjá ráðnum, at virka fyri teimum brekaðu.

Súmbolið fyri brekað er í gráum, meðan tað sum er sett afturat, fyri at gera ein heilan, virknan persón, er í frískum grønum liti.

Búmerkið er prenta á brævpappír, brævbjálvar og klistrimerki og er gjørt soleiðis, at blind og sjónveik kunnu føla merkið. Búmerkið er eisini teldutøkt.

Uppgávan hjá Ráðnum fyri brekað er m.a. at geva landsstýrinum ráð í øllum almennum málum, sum hava týdning fyri viðurskiftini hjá brekaðum í Føroyum og geva øðrum almennum myndugleikum ráð í málum, sum nema við livikor teirra brekaðu við atliti til at tryggja, at tað verður víst umhugsni til brekað í allari samfelagsráðlegging.

Landsstýrismaðurin í Almanna – og heilsumálum hevur sett ráðið, sum er mannað soleiðis:

Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna
Marjun S. Olsen, Vestmanna, umboðar Føroya kommunufelag
Steinbjørn O. Jacobsen, Klaksvík, umboðar Kommunusamskipan Føroya
Uni Rasmussen, Søldarfjørður, umboðar MBF
Leila Solmunde, Fuglafjørður, er sum formaður í MBF limur í ráðnum
Kristianna Sjóvará Jacobsen umboðar Løgmansskrivstovuna
Jan Simonsen umboðar Almanna- og heilsumálaráðið
Hallbera F. West frá Almanna- og heilsumálaráðnum er skrivari í Ráðnum fyri brekað

Tórshavn 27. mai
Ráðið fyri brekað