Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýhugsan á barnaansingarøkinum

John William Joensen

Til seinasta val lovaðu valevni hjá Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum "ansingartrygd" tvs. at øll sum gjørdust foreldur fingu møguleika at fáa síni børn ansað.

Somu fólk melda nú út, at tey eru komin við 200 nýggjum ansingarplássum. Hetta kann so sanniliga kallast ein sannleiki við tillaging, eins og ansingartrygdin ikki er nádd, tí enn standa 60 børn á bíðilista. Størsti partur av ansingarplássunum vóru sett í verk, við táverandi formanni í Sosialu Nevnd, Jógvani Lützen, áðrenn sitandi samgonga tók við, so tað er gleðiligt at tey hava arbeitt víðari, har undanfarna býráð slepti.

Framtíðin hjá ansingarstovnum
Tað er at frøast um, at bygginevnd er sett at kanna tørvin, so vit nágreiniliga kunnu fáa svar uppá hvat tørvurin er tey komandi árini og hvussu býráðið skal tilrættaleggja barnaansingarøkið. Barnsburðartalið toppaði í 1998-99 og tí hevur trupulleikin tey seinastu árini verið stórur, men spurningurin er hvussu verður næstu árini. Umráðandi er at vit byggja og taka hædd fyri framtíðartørvinum. Arbeiðið við at byggja barnagarðin undir Hálsi eigur at byrja skjótast gjørligt so bíðilistin kann avtakast. Hetta økið hevur ligið stilt síðani 80’unum og tað er tíð uppá at taka tað fram aftur til dagføring.

Endamálsorðing
Í dagstovnalógini stendur at leiðarin hevur námsfrøðiligu ábyrgdina á stovninum og at kommunan hevur ábyrgd av, at børn við serligum tørvi fáa nøktandi hølisumstøður og viðgerðar- og námsfrøðilig tilboð. Tí er umráðandi fyri kommununa, at fáa gjørt eina endamálsorðing fyri stovnarnar. Sum er fyriliggur onki niðurskriva um endamál  og ætlanir við stovnunum og hvat kommunan og starvsfólk ynskja at uppnáa. Tað er upp til hvønn leiðara sær hvat fyri ætlanir og mál stovnurin hevur. Eins og leiðararnir eiga at hava rúmar ræsir at leiða sín stovn, so eigur ein yvirordnaður poltikkur at vera lagdur, so stovnsleiðararnir hava nakað fast at halda seg til og stovnarnir eru mentir at bjóða børnum, foreldrum og starvsfólkum tað besta. Tað er heldur ikki rætt at ymiskt er hvat foreldur gjalda fyri ansingarplássi, tað átti at verið eins fyri allar borgarar. Tí her mugu vit taka við, at í Klaksvík kanst tú ikki velja hvønn stovn barnið skal ganga. Foreldrini fáa eitt stovnspláss ávíst, sum tey mugu taka av.

Nýggjur skúli
Í sambandi við ansingarstovnarnar eru nógv starvsfólk hjálparar, og har átti kommunan at hugt longur og bjóða økið/hús fram, til at sett ein skúla á stovn, har hjálpararnir kundu fingið undirvísing og dagføring. Hetta kundi verið ein skúli fyri allar Føroyar har fólk sum td. pedagogar, heilsusystrar, sosialráðgevi og sálarlækni vóru knýtt at. Á henda hátt kundi kommunan verið við til at skapt samstarv millum yrkisbólkar við útbúnum og dugnaligum fólki vit eiga her á staðnum.
Tað hevur undra mong, at sitandi býráð so at kalla hevur arbeitt við lappaloysnum har hús eru keypt og tillaga til ansingarpláss. Aðrastaðni í Føroyum síggja vit títt og ofta nýbygdar vakrar stovnar, har bæði børn og vaksin hava góða møguleikar at trívast.

Gunvá við Keldu
valevni Fólkafloksins til Klaksvíkar Býráð