Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýhugsan og íverksetan kring landið

John William Joensen

Í næstum skipar Íverksetarahúsið fyri kunningarkvøldum kring landið, við fokus á nýhugsan og íverksetan í 2009.

Á fundunum verður kunnað um átøk fyri íverksetarar og fyritøkur, sum verða fyriskipaði í teimum størru kommununum í 2009.

Talan er um átøk, har byrjað verður við einum ígongdsetarakvøldi, sum verður fylgt upp við ráðgeving, sum Íverksetarahúsið skipa fyri, og seinni við møguleika fyri eini professionellari sparring við serfrøðingum úr vinnulívinum. Tilgongdin endar við presentatión av bestu verkætlanunum fyri íleggjarum.

Eisini verður kunnað um ‘Masterclass Innovatión’ skeiðini, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, í samstarvi við altjóða íverksetarafyritøkuna Startup Company.

Málbólkurin fyri hesi skeið eru íverksetar og fyritøkur, sum ynskja eitt sterkari handilsgrundarlag og harvið røttu fortreytirnar fyri vøkstri.

Fyrsta kunningarkvøldið verður hildið á Seglloftinum hjá Onnu Kirstin Thomsen í Suðuroy 17. nov. kl. 19:00.

Seinni verður farið í Vágar, til Sands, til Havnar, í Eysturoynna og til Klaksvíkar.

Allir íverksetarar, fyritøkur og onnur áhugaði eru hjartaliga vælkomin.

Íverksetarahúsið