Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýlembt lamb í Múla

Jákup Ósá

Í síðstu viku hendi tað heldur óvanliga, at ein ær gekk við smálambi á bygdarvegnum frá Fossanesi til Múla.

Pól Sundskarð frá hiking.fo tók myndirnar av ærini í dag, sum hann sá á bygdargøtuni millum Fossanes og Múla. Lambið var lembt fyri eini viku síðani, 22. oktober. Tað er púra óvanligt, at ær lemba um hesa ársins tíð, nú seinastu heyst fjøllini júst eru gingin.

Myndir: Pól Sundskarð