Í 2015 fingu vit eitt tól til Klaksvíkar Sjúkrahús at knúsa nýrasteinar við og í januar 2016 byrjaðu vit at gera ESWL á KS, í góðum samstarvi við radiografar í Ålborg.
Áðrenn hettar tólið kom til Føroyar fóru sjúklingar til Danmark, Ísland og Noreg til hesa viðgerð.
Tað eru áleið 40 sjúklingar árliga, sum hava brúk fyri hesi viðger.
Tað eru radiografar á røntgendeildini sum standa fyri viðgerðini.
Viðgjørdir vera steinar sum sita uppi í nýranum ella ovast í landrásini. Úrslitini hava verið sera góð, sammett við somu viðgerð alltjóða(Internationalt).
Sjúklingar , sum urologur hevur ávíst, koma á deildina 1 tíma áðrenn ESWL viðgerð, blíva væl tjekkaði , fáa pínuheilivág. Hareftir fáa tey viðgerðina, sum tekur áleið ein hálvan tíma. Tað eru trykkbylgjur sum vera rættaðar ímótið nýrasteininum, sum so væntandi brotnar og fer út við landinum náttúrliga vegin. Sjúklingurin fer heim ein tíma aftaná viðgerðina.
Í ár hava vit fingið eitt nýtt tól.
Jóhan Poulsen, urologur, hevur samstarv við læknar á Sri Lanka. Tað gamla tólið er pakkað í kassar og blívur sent til Sri Lanka, við hjálp frá Faroe Ship í dag.




