Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýskapandi viðtaluportalur tikin í brúk á Læknamiðstøðini í Klaksvík

Klaksvíkar Kommuna

Klaksvíkar kommuna bjóðar nú borgarum í Norðoyggjum avgreiða nøkur av sínum viðurskiftum við kommunulæknan umvegis ein nýggjan viðtaluportal, sum hevur fingið heitið www.laknarklaksvik.fo

 Hósdagin 23. juni 2016 vóru Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Óluva Klettskarð, nevndarforkvinna, í Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík og tendraðu nýggja viðtaluportalin, ið skal gera tað lættari hjá viðskiftafólkum at avgreiða nøkur av sínum kommunulæknaørindum.

Í hesum umfari fer skipanin at fevna um hesi kommunulæknaørindi, sum norðoyingar nú kunnu avgreiða á www.laknarklaksvik.fo:

•Bílegging av tíð hjá lækna
•Umbøn um avlýsing ella broyting av tíð hjá lækna
•Endurnýggjan av resept

Mannagongdin er tann, at viðskiftafólk fara inn á www.laknarklaksvik.fo, og har tøppa tey neyðugu upplýsingarnar inn í eitt oyðublað, sum skipanin síðani sendir Læknamiðstøðini. Síðan taka læknaskrivarar sær av víðari viðgerð av umbønunum og senda svar aftur til viðskiftafólkið.

Kann víðkast til alt landið
– Hetta átakið er ein liður í stremban okkara at menna og betra tær tænastur, sum verða veittar borgarum okkara, siga Óluva Klettskarð og Jógvan Skorheim, sum eisini vísa á, at henda skipan, sum nú verður roynd í Norðoyggjum, kann víðkast til at fevna um alt landið, so hetta frambrot kann koma øllum borgarum tilgóðar.

– Hetta er ein einføld skipan, sum eisini riggar á smærri eindum so sum teldlum og snildfonum, og tí vóna vit, at fólk fara at taka henda møguleika til sín.

– Viðtaluportalurin kemur ikki ístaðin fyri verandi, men er ein møguleiki aftur at verandi telefonviðtalu á tlf. nr. 663300, sum vit kenna í dag, er framvegis møgulig at nýta.

Trygg skipan
Skipanin lýkur øll krøv um tryggleika, har allir upplýsingar verða væl vardir, og har útgerðin liggur í tryggum kørmum hjá Føroya Tele. Upplýsingar fara tí ikki út um landoddarnar, sum er eitt lógarkrav frá almennari síðu.

Tað er fyritøkan Formula, sum hevur ment skipanina.