Mikukvøldið 7. mai 2014 kl. 19 verður almennur fundur á Landsbókasavninum um at nýskipa fiskivinnuna, sum Havnar Framburðsfelag, Valfelag Fólkafloksins í Havn, skipar fyri.
Mikukvøldið 7. mai 2014 kl. 19 verður almennur fundur á Landsbókasavninum um at nýskipa fiskivinnuna, sum Havnar Framburðsfelag, Valfelag Fólkafloksins í Havn, skipar fyri.
Øll eru vælkomin.
Portal.fo streamar beinleiðis frá fundinum.
Jógvan Poulsen, formaður í felagnum, sigur: “Vit ynskja ein upplýsandi fund og positivt kjak, har nýggir tankar um at nýskipa fiskivinnuna kunnu koma fram. Størst møgulig virðisøking í Føroyum má vera eitt aðalmál. Í staðin fyri bert at hugsa um hvussu køkan skal býtast, so mugu vit miða eftir at vaksa køkuna mest møguligt”
Røðarar á fundinum verða:
– Bjarni Arnason, serfrøðingur í búskaparviðurskiftum hjá fiskivinnuni
– Christian Andreasen, advokatur
– Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri
– Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri
Bjarni Arnason, stjóri í Grannskoðanarvirkinum NUMO er serfrøðingur í búskaparviðurskiftum hjá fiskivinnuni. Fíggjar- og hagtalsgreiningar av fiskivinnuni hevur hann gjørt síðan 2003, umframt at kanna viðurskiftini hjá fiskivinnuni í grannalondunum.
Eftir framløgurnar verður kjak.
Í heyst hevði Havnar Framburðsfelag almennan fund um ruðuleikan í tunnilsmálinum tá. Síðan er eydnast at fáa málið á beint við føroyskari tunnilsloysn, júst sum fundurin skeyt upp.
Vónandi kann fundurin mikudagin eisini verða við til at upplýsa málið um, hvussu føroysk fiskivinna kann verða nýskipað frameftir.
Vinarliga
Havnar Framburðsfelag




