Um rætt verður atborið, kunnu vit fáa tvær flugur við ein “smekk” og spara nógvar milliónir.
Føroya Landsstýri og løgtingið eiga at tryggja sær, at alt tilfarið frá komandi Skálafjarðartunnilnum verður koyrt út á Skorðhæddina. Um tunnilin verður knýttur at flogvøllinum á Skorðhæddini og fer niður í sjógvin sunnanfyri Nes bygd og yvir á Hvítanes, so verður hann eisini styttri og bíligari. Brúgv ella tunnil kann sjálvandi gerast seinni yvir á Strendur (tá ráðini vera). Tað nýtist ikki at taka langa tíð at ogna sær lendi og biðja Landsverfrøðingin finna út av, hvar tvørbreytirnar skulu vera: suður- norður og eystur-vestur, so tilfarið frá tunnilinum kann vippast á rætta stað. So er klárt at planera, tá einaferð farið verður undir at gera ein nýggjan framtíðar flogvøll. Um løgtingið og landsstýrið seta hetta sum krav í byggiloyvinum, so kunnu vit fáa tvær flugur við ein “smekk” og spara nógvar milliónir. Hóast hetta kann seinka tunnilsætlanini nakað, so er tað avgjørt neyðugt, at taka hetta við nú, tí tað eru meira enn 40 ár síðani tær fyrstu kanningarnar til alternativan flogvøll blivu gjørdar, og enn er eingin politisk støða tikin til málið. Hetta ber ikki til.
Vælsignaðir menn, – taki eina støðu, spenni tykkum út og arbeiði skjótt! – Hugsi tykkum um og hugsi langt, -so vit sleppa undan vánaligum loysnum og tvígerðum, sum kostar landinum nógvan pening. Her et eitt dømi, har vit kunnu spara nógvan pening við at knýta tunnilsgerðina saman við nýggjan framtíðar flogvøll.
Onkur av politisku flokkunum átti at lagt uppskot fyri løgtingið um hetta.
Góða eydnu!
Norðoyingur
MYNDATEKSTIR:
Skálafjarðartunnilin: Við loysn A verður tunnilin styttri og beinleiðis samband fast við altjóða flogvøllin og høvuðsmeginsøkið í landinum.




