Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt føroyskt vendispæl

Tíðindaskriv

Fríggjadagin kom nýtt føroyskt spæl á marknaðin. Spælið, sum eitur ”Lær ferðsluskeltir við Ludda og Karlo”, er eitt vendispæl við spurningum, sum allir eru um ferðsluskeltir.

Málbólkurin er barnafamiljur, men kunnu øll vera við, ja heilt niður til 3 ár.

Tað eru fleiri mátar at spæla hetta spæl. Tað ber til at brúka tað sum eitt vendispæl, men tað ber eisini til at brúka tað sum vendispæl, har spurningar um ferðsluskeltir, er ein partur av spælinum – og tað ber eisini til bara at brúka spurningarnar.

Tað er Niclas Heri Jákupsson og Svenbjørn Kvilt sum hava framleitt hetta spæl og er tað felagið Luddi og Karlo, sum gevur tað út.

Feramleiðarinir siga, at meiningin við hesum spæli, er at børnini á ein stuttligan og hugnaligan máta, kunnu læra hvussu ferðsluskeltini síggja út, hvussu tey eita og hvat tey merkja.

Spælið, sum kostar kr. 250, er at fáa í BR-Leikuum, Rit og Rak, HNJ-Bókahandli og Klavus í Havn, FK í Runavík, FK í Miðvági og Alfa í Klaksvík