Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt gólv í høllini á Kambsdali

Helgi Abrahamsen

Arbeiðið við at leggja nýtt gólv á í ítróttarhøllini á Kambsdali er nú liðugt, og tann 1. august letur høllin upp aftur. Tað skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu.

Umframt nýtt gólv er útgerðin til m.a. badminton og flogbólt nýggj.

Tað er Virklund Sport A/S, ið er veitari og hevur lagt gólvið á, meðan Petur Larsen P/f hava gjørt stálgáttir og avslutningar um innhurðar og úthurðar.

Hetta er seinasti liður í fleiri umvælingum seinastu árini, har takið er skift, ventilatiónsskipanin er dagførd og suðursíðan er umvæld, skrivar eysturkommuna.fo.