Í løtuni verður arbeitt upp á at skifta gólvið í KÍ-høllini, soleiðis at hon verður klár 15. august, tvs. áðrenn nýggja kappingarárið hjá Stjørnuni byrjar í heyst.
Komandi vikurnar verður høllin stongt vegna umvæling.
www.ki.fo skrivar, at avtala er gjørd við sp/f Malltek og Eskild Hansen, gólváleggjara, um arbeiðið.
Arbeiðið fór í gongd 21. juli, og nýggja gólvið verður tikið í brúk 15. august 2008.
Í hesum tíðarskeiðnum verður eingin útleiging.
Tað er í tøkum tíma, at umvælingin verður gjørd, tí sum er sleppur Stjørnan ikki at spæla heimadystir í KÍ-Høllini, skrivar heimasíðan hjá felagum.




