Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt grannskoðaravirki

John William Joensen

Í apríl mánaða í ár stovnaðu Victor Nielsen og Símun Absalonsen nýtt partafelag við heimstaði í Klaksvík. Felagið kallast Sp/F Numero og endamál felagsins er at reka grannskoðan og tað, sum annars stendur í samband við hesa vinnu.

Felagið fer nú undir virksemi sítt og verður grannskoðaravirksemið, ið teir áður hava rikið hvør sær, flutt í nýggja felagið. Felagið kemur at hava skrivstovuhøli har sum Føroyabók nú heldur til. 



Stovnararnir hava í mong ár virkað sum skrásettir grannskoðarar, men í fjør gjørdist Símun løggildugur grannskoðari. Hetta er sostatt fyrsta grannskoðaravirki av hesum slag í Klaksvík. 



Norðlýsið ynskir báðum góðan byr framyvir og Símuni væl komnan "heim".