Nú er avgjørt, at graslíkið á vallunum hjá NSÍ og Skála vera skift í summar.
Hetta má metast sum ein góð íløga fyri føroyskan fótbólt. Tí júst hesir báðir vallirnir hava darvað góðum fótbóltsspæli seinastu árini. Júst sum í Klaksvík fram til á sumri í 2011. Runavíkar Kommuna skrivar í dag á síni heimasíðu, at báðir vallirnir fáa nýtt graslíkið í summar.




