Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt heimlán frá Norðoya Sparikassa

Oliver Joensen

Nýggja lánskonseptið til sethúsaeigarar fer at lætta munandi um hjá teimum, sum hava síni sethúsalán í Norðoya Sparikassa.

Á tíðindafundi ídag, legði Norðoya Sparikassi sítt nýggja konsept til sethúsaeigarar fram, undir heitinum "heimlán", við undirtittlinum "Eitt heim, eitt lán, eitt gjald".
Sparikassin hevur avgjørt at vitskiftafólkini framyvir skulu fáa lánini yvir 20 ár, og harafturat verður 1. veðhaldslánið, ið higartil hevur verið 60%, sett upp til 80%. Rentan av fyrra láninum er sett til 3,45% ímeðan 2. veðrættarlánið hevur eina rentu uppá 5,45%.
Hóast tað í veruleikanum eru tvey lán, so verður gjaldið skipað sum eitt gjald, og fyri at gera tað besta fyri viðskiftafólkini, minkar tað dýrara lánið fyrst, soleiðis at fólk sum skjótast sleppa av við tað dýrara lánið.
Harafturat fáa viðskiftafólkini hjá sparikassanum nú eisini avdráttarskaða í upp til trý ár, um ynski er um tað. Vit hava tó altíð latið avdráttar og rentuskáða til kundar okkara, eitt nú við sjúku ella lestnað og annað, men er hetta so komið við í konseptið sum klippikort. Hjá nýggjum viðskiftafólki kostar tað einki at stovna eitt heimlán fram til nýggjárs og harafturat fáa allir verandi kundar sparikassans ágóðan av hesum nýggja produkti, við tað at hetta verður gjørt automatiskt í Sparikassanum, soleiðis at teir kundarnir ikki hava fyri neyðini at vitja inn í Norðoya Sparikassa.
Sum dømi varð nevnt, at fígging av einari millión ídag gerst umleið 500 kr. bíligari við nýggju skipanini ella umleið 6000,- krónur bíligari um árið.