Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt hús til Trølla Pætur og Trølla Ommuna

Norðlýsið

Trølla Omman er farin í gongd við at gera eitt nýtt og spennandi hús til sín og Tølla Pætur

Í hesum døgum arbeiðir Omman við fullari fer við at gera eitt nýtt hús til sín og Trølla Pætur. Gamla húsið sum er fleiri hundrað ára gamalt er sera illa farið, og tí trongdi til eitt nýtt hús. Trølla Omman sigur, at nú tey eru vorðin so væl umtókt í øllum Føroyum, ætlar hon at gera eitt stórt og spennandi hús, sum skal verða opið fyri øllum børnum í landinum.

– Trølla Pætur hevur følt seg so einsamallan leingi, tí ynskir omman, at øll børn í Føroyum kunnu koma og vitja meg og Trølla Pætur. Tað skal verða lagaligt hjá børnum og teirra familjum at koma at vitja húsið og hugna sær saman við okkum. Eg fari at gera alt tað eg kann fyri at gestirnir fáa ymiskar og áhugaverdar upplivingar saman við mær og Trølla Pætur, sigur Trølla Omman.

Meiningin er, at húsini skulu verða liðugt til summar. Tá ætlar hon, at húsini skulu verða klár til at taka ímóti teimum fyrstu gestunum.

Við í ætlanunum hjá henni er eitt stórt parkeringspláss og ein vegur niðan til húsini, ið koma at liggja á sama stað, sum tey gomlu húsini hjá teimum lá – millum teir báðar stóru steinarnar undir Kjølinum.

Meiningin er, at húsið hjá Trølla Pætur og Trølla Ommuni skal hava opið ymiskar tíðir á árinum. Serlig tiltøk verða eisini á útvaldum døgum, eitt nú til Summarfestivalin, Norðoyastevnu, á jólum og øðrum frídøgum.

Trølla Omman og Trølla Pætur gleða seg ómetaliga nógv til at húsið verður liðugt.