Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt í Atlantis: Atlantis samstarvar eisini við filmsfelagið Klipp

Høgni Klakkstein

Fyrsti filmurin í ár, er nýggi danski filmurin “Brødre”. Hann verður sýndur í Atlantis týskvøldið 16. november kl. 20:00

Brødre


Slag :   Drama

Spælilongd :   Uml. 110 min

Aldursmark :   15 ár

Leikstjóri :   Susanne Bier

Leikarar :   Nikolaj Lie Kaas, Ulrich Thomsen, Connie Nielsen og Bent Mejding.


Fyrsti filmurin í ár, er nýggi danski filmurin “Brødre”. Hann verður sýndur í Atlantis týskvøldið 16. november kl. 20:00




Atlantis samstarvar eisini við filmsfelagið Klipp



Samstarvi við filmsfelagið við Klipp er nakað nýtt. Í vetrarhálvuni sýnir Klipp vanliga ein norðurlendskan góðskufilm um mánaðin, hesir filmar koma nú eisini at verða sýndir í Atlantis. Vanliga vera filmarnir í Atlantis sýndir frá mikukvøld til og við sunnukvøld, tað vil siga fimm dagar um vikuna, men filmarnir frá Klipp verða bert sýndir eitt kvøld, og tað verður so antin mánakvøld ella týskvøld, tískil kemur hetta ikki at ávirka tær amerikansku filmssýningarnar. So í framtíðini kemur Atlantis, umframt teir amerikansku filmarnar, at sýna umleið ein norðurlendskan góðskufilm um mánaðin. Og eru hesir filmar serliga ætlaðir tilkomnum, so vónandi verður hatta nakað tey tilkomnu í býnum koma at taka væl ímóti.



Ársins fyrsti filmur er spildurnýggjur og danskur. Eftir tann nógv rósta Elsker dig for evigt hevur Susanne Bier fingið stóra viðurkenning fyri sín nýggjasta spælifilm, Brødre. Eitt metstórt tal av fólkum hava sæð filmin í Danmark, hann hevur longu fingið fleiri virðislønir, og nú verður hann gjørdur klárur til amerikanarar, sum hava biðið um at fingið filmin vestur um hav.

Í høvuðsleiklutunum eru Ulrich Thomsen, Nikalaj Lie Kaas saman við Hollywood-stjørnuni Connie Nielsen, sum fyri fyrstu ferð er í donskum filmi. Filmurin er sterkur, hugvekjandi og rørandi. Teir báðir brøðurnir Michael (Ulrich Thomsen) og Jannik (Nikolaj Lie Kaas) eru so ymiskir, sum teir kunnu vera. Tann fyrri hevur fullkomiliga tamarhald á sínum lívi við karrieru í herinum, vøkru konuni Sarah (Connie Nielsen) og tveimum fittum døtrum. Jannik harafturímóti livir eitt letilív og  dugir ikki altíð at skyna millum rætt og rangt.

Tá ið Michael verður sendur til Afghanistan fyri ST og ikki kemur afturíaftur, broytast viðurskiftini millum brøðurnir brádliga. Sarah troystar seg í ørmunum hjá Jannik, sum knappliga fær ábyrgd. Alt verður enn einaferð vent á høvdið, tá ið Michael vendir heimaftur frá skelkandi fangalegu í afghansku fjøllunum.

Susanne Bier hevur latið altjóða kreppurnar, sum vit hava upplivað seinastu árini, fáa ein týðandi leiklut í filminum. Hon sigur sjálv soleiðis um filmin: “Filmurin snýr seg um broytingina í heimsmyndini, sum er hend í okkara samfelagi. Ein viðurkenning av, at kríggj og yvirgangur eisini eru okkara millum, og at vit ikki longur eru ein lítil vardur alheimur.”

Søguna hevur hon ment saman við leikritahøvundinum og leikstjóranum Anders Thomas Jensen, og filmurin er upptikin á støðum í Keypmannahavn og Almera í Spania.

Tað er við stórari gleði, at filmsfelag Norðurlandahúsins bjóðar tann kanska mest umrødda norðurlendska filmin í ár til føroyingar, ikki bara í Havn, men eisini í Klaksvík og á Tvøroyri.
 
Atgongumerki á kr. 60,- eru at fáa á Shell Støðini, og í húsinum ein tíma undan sýningini.

Harleyfacadeacryl