Fótbóltur er spennandi og ræðuligur – og so er tað tann meira skemtiliga síðan
Í Klaksvík hava vit verið á hæddini og á botnunum fleiri ferðir seinastu tíðina og fyri tær kenslu-bornu fótbólt-sálirnar kann tað kennast særandi, tá skemtast verður við einum so stoltum felag sum Kí.
Og skemti hevur ikki trotið seinastu tíðina við sms-um, í tíð og ótíð.
Onkrar søgur eru skemtiligar men tær flestu ganga aftur.
Ein "EB/Streymari"
Í egningarskúrunum á Stongunum dugað menn væl at skemtast og í morgun stóð EB/STR fyri skotum – nú teir mistu FM-heitið á stokkinum móti B36 sunnudagin.
Ein, sum júst var afturkomin av útróðri, greiddi frá einum nýggjum hugtakið á Norðhavinum.
At missa á stokkinum – er vanligt hugtak millum útróðrarmenn, men nú hevur hetta orðafellið fingið aðra meining.
Fiskurin – sum sleppur á stokkinum, verður nú kallaður ein EB/Streymari.
"For-ólukkan! – Hatta var ein EB/Streymari!" siga menn tá teir missa á stokkinum.
Jú – so segði maðurin í føroyskari húgvi og sum í mong ár hevur silgt við Másanum 🙂




