Føroyskt Lógarrit vol. 6, no. 2 er komið út.
Tríggjar greinar eru í hesum riti. Greinarnar snúgva seg um uppskot um Stjórnarskipan Føroya, Rockall-ósemjuna og indonesiska lóg og lógarsøgu.
Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, hevur skrivað grein, sum nevnist Uppskot til Stjórnarskipan Føroya. Grein hansara viðvíkur týðandi atlitinum til framtíðar tjóðarbygging Føroya. Sundstein ger áhugaverdar viðmerkingar til formælið og útvaldar greinar. Hansara niðurstøða er, at uppskotið er væl úr hondum greitt. Tó mælir hann til nakrar broytingar. Hann metir, at skilagott er at samtykkja eina nýggja stjórnarskipan. Greinin er grundað á Fyrra Flaggdagsálit.
Bjørn Kunoy, løgfrøðingur, hevur skrivað grein um Rockall-ósemjuna, sum hann nevnir Prospective Analysis of Faroese Legal Arguments in the Rockall Dispute. Sum niðurstøðu verður hildið uppá, at um Føroyar megna at prógva, at Rockall Hatton økið er eitt framhald av føroyska landgrunninum, so skal føroyska samráðingarnevndin ikki himprast við at seta stór krøv mótvegis samráðingarpørtunum, tí mát fyri rættvísa avgerð í mjarkaósemjum innan 200 fjórðingar fara ikki at verða grundarlag undir avgerðum um ósemjur uttan fyri 200 fjórðingar.
Johanna Nilsson, doktaralesandi, hevur skrivað grein um indonesiska lóg og lógarsøgu. Greinin nevnist Indonesian Law – Legal History and Legal Pluralism.
Hetta rit og aðrar útgávur kunnu keypast í bókabúðum kring landið. Eisini kunnu rit bíleggjast á heimasíðuni hjá Føroyskum Lógarriti www.flr.fo




