Hugsar tú um at royna teg sum íverkseta og ivast í, hvussu tú kemur í gongd? So er Íverksetarahúsið nakað fyri teg!
Vit skipa fyri skeiðum í íverksetan, sum eru ætlað tær, sum umhugsar at byrja á egnum beinum, ella hevur ítøkiligar ætlanir um tað, ella júst er farin í gongd.
Endamálið við skeiðinum er at brynja teg til at taka røttu avgerðirnar.
Ein góð byrjan
Vit spyrja: hvussu fært tú eitt sterkt handilsgrundarlag? Hvørjar eru tínar størstu avbjóðingar? Ert tú tilvitað/ur um tær mentalu forðingarnar? Ert tú leiðari?
Á skeiðinum fara royndir íverksetar, vinnulívsfólk og ráðgevar at kasta ljós á hesar og líknandi spurningar.
Tú fært grundleggjandi fakligheitina á skeiðinum, somuleiðis sum tú kemur at verða saman við øðrum fólkum, sum arbeiða við somu avbjóðingum sum tú.
Í Íverksetarahúsinum fært tú eina góða byrjan!
Tekna teg til næsta skeiðið
14. februar seta vit hol á nýtt íverksetaraskeið. Tekna teg til skeiðið á is@is.fo ella 459700, og fá vitanina, sum ger teg føran fyri at taka tær røttu avgerðirnar, og netverkið, sum mennir teg sum íverksetara.
Á skeiðinum koma kompetentir leiðarar úr vinnulívinum og royndir íverksetarar at geva síni boð. Skeiðsleiðari er Rani Nolsøe, leiðari í Íverksetarahúsinum.
Alt skeiðið, ábit og tilfar íroknað, kostar kr. 1000,- + MVG.
Íverksetarahúsið
www.is.fo




