Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt Skúvadalshús í gerð

Oliver Joensen

Rættulig gongd er komið á, at rætta Skótaliði Nólsoyar Pálls í Klaksvík eina hjálpandi hond viðvíkjandi gamla Skúvadalshúsinum.

Tað var Kristian Eli Zachariasen, býráðslimur, ið rættuliga setti ferð á málið í býráðnum. Eyðvitað var, at skótarnir fóru ikki at megna eina slíka uppgávu sjálvir, og ásannandi, at Skúvadalshúsið hevði og hevur havt stóran týdning fyri øll tey mongu, ið hava vitjað eysturi á fjøllum, verið tað sum frítíðarítriv, skótavirksemi ella hjá teimum í nærum dagliga røkja haga og feðnað.

Tað er Klaksvíkar Býráð, Skótalið Nólsoyar Páls og Tekniski Skúlin í Klaksvík, sum standa fyri projektinum. Afturat hesum trimum eru eisini tey, ið dyggiliga stuðla undir ætlaninar. Ikki minst hevur bóndin, Jákup Skorðadal víst ætlanunum stóra vælvild.

Nú er komið so mikið langt áleiðis, at tekningar eru gjørdar til eitt spildur nýtt Skúvadalshús. Í hesum døgum eru næmingar á Tekniska Skúla farnir undir fyrireikingarnar til byggingina og ein bólkur av gomlum gulum skótum eru farnir undir at savna inn pening afturat játtanini, sum býráðið longu hevur sett sær fyri at seta í Skúvadalshúsið.

SNP bókurin hevur sett sær fyri, at húsið skal standa uppi innilokað einaferð í í vár. Men til hetta krevst, at eitt ávíst arbeiðið verður gjørt har eysturi í dalinum. Gomlu húsini skulu takast niður, og eisini skal útgravingararbeiði og stoypiarbeiði gerast, áðrenn húsið kemur eystur í bitum til samansetingar, so til hetta arbeiði vónar SNP bólkurin at fáa hjálp frá fleiri áhugaðum, ongin treyt er at ein skal hava havt nakað við skótaarbeiði at gjørt áður. Vit vilja heldur enn gjarna taka sera væl ímóti eini hjálpandi hond frá fólki, ið bara halda, at hetta er eitt gott samfelagsgagnligt átak.

Avgjørt er, at tá nýggju húsini eru komin upp at standa, so skal húsið altíð vera opið fyri øllum, ið ganga eystur á fjøllini.

Um húsið sjálvt er stutt at siga, at støddin er 5 x 10 metrar. Fermetratalið er neyt tað sama sum gamla Skúvadalshúsið, hóast tað húsið er eitt sindur longri og nakað smælri. Nýggja húsið hevur, sum sæst á myndunum (Linjon Jacobsen, lærari á Tekniska Skúla hevur teknað), høga reising. Her er ætlanin at gólv skal partvíst leggjast í, soleiðis at eitt sokallað hems verður í erva, har møguleiki verður hjá nógvum at sova um tað er eitt hugskot.

Inrættingin er sera einkul, ein durður uttanfyri, ein annar fyrst ein kemur inn og síðani alt eitt rúm, har ein lítil køkur verður í norðara enda vestureftir. Tosað verður eisini um hitaskipan og annað mangt, ið menn blaka bóltar upp í luftina um á teim ymsu fundunum, ið hava verið.

Ein listi finst, har ein kann melda seg til at hjálpa til eysturin í Skúvadali, í veruleikanum frá nú av og til húsini standa uppi fyrst á sumrinum í ár. Til ber at ringja til Árna Skaale á telefon 758100 at tekna seg á listan um tú hevur hug til nakrar hugnaligar løtur har eysturi saman við øðrum “áhugaleikarum”.

Bólkurin undir SNP skal sum sagt eisini útvega pening til stóru ætlanina. Bólkurin skal eftir fíggjarætlanini, sum er løgd, savna umleið 400.000 krónur inn. Hugaligt hevði verið, um fleiri fólk eisini høvdu stuðlað ætlanini peningaliga, tað kann gerast við at seta pening á konto í Norðoya Sparikassa: 9865-3063482.