Á heimasíðuni hjá Sosialinum, er nú eitt nýtt slag av veljarakanning, har atkvøtt verður við fartelefon.
Tað sp/f Isuus Mobile, sum hevur framleitt nýggju skipanina, og stjóri í felagnum er Regin W. Dalsgaard.
– Hetta er ein nýggjur háttur at gera sokallaðar poll-kanningar, og tá tað eru umleið 26.000 fartelefonir í Føroyum í løtuni ivast vit ikki í at fólk fara at taka undir við kanningini.
Tað kostar bert vanligan SMS takst at atkvøða, og tað kann gerast við at fara inn á heimasíðuna www.sosialurin.fo
Atkvøðugreislan
Atkvøðast kann bert upp á flokkar – ikki persónar. Ein skrivar tann bókstavin, umboðandi tann flokkin ein atkvøður fyri, í eini SMS boð og sendir boðini til telefon nr. 59 30 00
Atkvøðast kann bert einaferð frá hvørjari fartelefon, og bert føroysk fartelefonnummur kunnu atkvøða.
Luttøka í atkvøðugreiðsluni er ókeypis. Fólk gjalda bert vanligan SMS-takst hjá televeitaranum.




