Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt søguligt stórverk lagt fram á Bryggjubakka í dag

Tíðindaskriv

Alt ov lítið av politiskari søgu er skrivað um ta nýggjaru tíðina í Føroyum. So langt røkkur ein breið semja. Vit fáa eyðvitað brot um hetta og hatta, men veruligar heildarmyndir, grundaðar á søguliga gransking fáa vit sjaldan. Annars mátti politiski vígvøllurin verið ein stak áhugaverdur vøllur at skriva um. Verkið, sum lagt verður fram í dag – sjálvan flaggdagin -, snýr seg um loysingarpolitikk í 1940-árunum serliga við atliti at tí virki og virksemi, sum Erlendur Patursson slóðaði fyri og stjórnaði.