Jón Absalon Østerø nýggjur formaður
Nýggj nevnd er vald í stýrið fyri sjálvsognarstovnin Atlantis. Fyrsti fundurin hjá nýggju nevndini varð hildin í kvøld og á skránni var nevndarval.
Í nevndini sita umboð fyri Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð, Klaksvíkar kommunu og leigararnar av Atlantis. Umboð fyri NFÍ er Jón Absalon Østerø. Umboð fyri Klaksvíkar kommunu er Jóhann Lützen. Umboð fyri leigararnar er Johnny Olsen.
Fundurin samtykti at velja Jón Absalon Østerø til formann.




