Nýggja 112 eldsløkkjarin er næstan ov smidligur til, at fólka trúgva hann kann sløkkja eld – tað kann hann!
Nýggja 112 eldsløkkjarin er næstan ov smidligur til, at fólka trúgva hann kann sløkkja eld – tað kann hann!
Vit og serkøn hava sjálvi roynt hann og kunnu bara staðfesta, at hann hevur sera góð evnir at sløkkja eld í føstum evnum, veskum, fritura og elektriskum installatiónum!
Tað eru virkandi donsku sløkkiliðsmenninir Jacob Petersen og Lars Nissen, ið hava staðið fyri framleiðsluna av eldsløkkjaranum.
Mongu árini í yrkinum hava teir ofta upplivað, hvussu galið tað kann ganga av eldsbruna og fær fólk fara panikk, sum ofta ikki ána hvat tey skulu taka sær til.
Teir byrjaði at gera royndi við vatnbaseraðari vesku, sum kundi fyllast á spreydósir og kundi sløkkja eld.
Endamálið var, at dósin skuldi verða løtt at handfara og kundi sløkkja smærri eldar, so hesir ikki elvdu til størri skaða, áðrenn sløkkiliðið kom á staðið.
Teir komu so til eina loysn, ið kann sløkkja allar eldar – løtt at handfara og gevur ikki somu fylgiskaðarnar, sum vit kenna av pulvursløkkjarum.
Ein onnur avbjóðing var, at tað ikki finnast reglar fyri eldsløkkjarar í dósum, tí tú kann saktans fylla vatn á eina spreydós og kalla hesa ein eldsløkkjara.
112 eldsløkkjarin er testaður av Dansk Brand- og Sikringsteknisk Institut, men møguleiki er ikki at fáa henda góðkendan, tí tað finst ikki ein góðkenning fyri eldsløkkjarar undir 2 kg.
Hevði hann verði yvir 2 kg. var hann ikki so lættur at handfara og átti at verði kannaður, sum ikki er neyðugt fyri 112 eldsløkkjaran.
112 eldsløkkjarin heldur sær 5 ár frá framleiðsludegnum.
Fyrimunir:
- Lættur at brúka
- Sera munadyggur
- Hentur til smærri eldar
- Eingi ring hjáárin
- Sløkkiløgur verður turkaður upp við einum lappa
- Tolir frost niður í -30° C
- Donsk framleiðsla
- Krevur onki viðlíkahald
- Heldur í fimm ár
Faldari verður borin í hvørt hús, har greitt verður nærri frá nýggja 112 eldsløkkjaranum.




