Í nakrar vikur í vetur fáa 12-14 ung og børn grundleggjandi frálæru í tekning. Stigtakari og lærari er Jensa Anthoniussen, sum í nøkur ár hevur fingist við at tekna og mála í frítiðini.
Tað økist alsamt við frítíðartilboðum til tey ungu í Klaksvík. Sum kunnugt eru tey flestu av hesum tilboðum innan ítrótt, meðan møguleikarnir á øðrum økjum kanska ikki eru teir nógvu.
Tó so – okkurt legst afturat.
Eitt tað seinasta nýggja á hesum øki sá dagsins ljós fyri nøkrum vikum síðani, tá Klaksvíkar Kvøldskúli lýsti í bløðunum, at børn og ung í aldrinum 10-14 ár kundu tekna seg til frálæru í grundleggjandi tekning.
Í vikuni varð Norðlýsið á gátt hjá hesum nýggja tiltaki.
Læra tað mest
grundleggjandi.
Jensa Anthoniussen, ið dagliga starvast sum vikarur í fólkaskúlanum, hevur tikið stig til hetta nýggja skeiðið, sum byrjaði aftan á heystfrítíðina.
Í stuttari viðmerking sigur Jensa, at hetta bert er ein roynd, sum hon fekk hug at royna, fyri at geva teimum ungu ein møguleika at læra teir grundleggjandi teknikkirnar innan tekning.
– Sjálv havi eg í nakrar vetrar gingið til frálæru hjá Archibald Black, og er tað ivaleyst har, eg havi fingið hetta hugskotið.
Velja sjálvi
tað tey tekna.
– Undirvísingin er ikki bundin á tann hátt, at øll skulu tekna tey somu motivini. Tað velja tey sjálvi, og so er tað mín uppgáva eftir førimuni at geva teimum frálæru í, hvussu tey best kunnu tekna.
– Enn er ov tíðliga at siga, hvussu hetta fer at eydnast, men eg dugi longu nú at síggja fleiri evnaríkar teknarar millum næmingarnar.




