Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt útvarp við tí besta tónleikinum

Tíðindaskriv

Havnarborgarar hava í vikuskiftinum lagt til merkis, at ein nýggj útvarpsrás er byrjað at senda á FM 104.1 og sum kallast Voxpop.

Havnarborgarar hava í vikuskiftinum lagt til merkis, at ein nýggj útvarpsrás er byrjað at senda á FM 104.1 og sum kallast Voxpop.

Voxpop Radio verður ein nýggj tónleikarás, sum fer at senda besta tónleikin, sum er á marknaðinum í løtuni umframt annað góðan tónleik. Voxpop kann í fyrstu atløgu hoyrast á FM 104.1 í Tórshavn og stórum pørtum av suðurstreymoy.

VoxPop verður sum navnið leggur upp til ein 100% hitt radio, sum fer at senda tónleik alt samdøgrið.

Við morgunsendingum, seinnapartsendingum og vikuskiftissendingum verður hetta útvarp, sum fer at undirhalda sína lurtarar við stuttum, løttum og stuttligum práti og samrøðum og tónleiki.

Málbólkurin er allir føroyingar, sum dáma góðan og nýggjan tónleik, og sum ynskja at fylgja við, hvat rørir seg innan tónleik í Føroyum og uttanlands.

Samstarv við Portal.fo

Voxpop hevur gjørt samstarv við Knassar og Portal.fo um, at Voxpop verður at hoyra beinleiðis á Portal.fo. Somuleiðis kunnu øll, sum hava teldu, smartphone og ipads streama Voxpop beinleiðis frá netinum.

Á Portal.fo er ætlanin, at Voxpop skal fáa sítt heilt egna lív við síni egnu síðu, har Voxpop fer at hava samband við sína lurtarar. Har verða tónleikatíðindi og annað lagt út umframt at lurtarar kunnu samskifta við Voxpop á ymiskan hátt.

Ætlanin er at royndarsenda í allan desember og í januar 2014 er so ætlanin at byrja at senda við vertum og eftir eini fastari skrá.

Tað er felagið Vox Entertainment, sum skipar fyri tónleikatiltakinum Voxbotn, sum eigur og rekur Voxpop.