Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt videolag frá BUBU

Tíðindaskriv

So var nýtt videolag fra BUBU, tøkt á youtube rásini, sum nú hevur omanfyri 1.1 millión sýningar.

So var nýtt videolag fra BUBU, tøkt á youtube rásini, sum nú hevur omanfyri 1.1 millión sýningar.

Tað er aftur hesafer Eyðbjørn Jacobsen, ið hevur latið úr hondum orð og lag, ímeðan OneOne films hevur staðið fyri upptøkum og Simda Studio hevur ljóðblanda.

Hetta videolagið bleiv gjørt í samband við ein barnafagna, og er síðani framført til barnaleikir á Toftum, umframt hópin av summarveitslum í barnagørðum kring landið. Temaði er Indianarar, men líka nógv er tað eisini rørðslurnar, ið BUBU eisini leggur dent á, at fáa børnini luttakandi í. Tað eru børn í Útistovu og Gerðastovu í Klaksvík, ið luttaka á videolagnum.

Klovnurin BUBU hevur við hesum, latið 14 ymisk videoløg úr hondum.