Helmingurin av føroyskum partafeløg fingu ikki endarnar at røkka saman í fjør. Ein fyritøka í Klaksvík fekk besta úrslitið, meðan eitt íløgufelag í Tórshavn lá niðast á botnlistanum hjá Business-line, kanska við tí vánaligasta úrslitinum nakrantíð í føroyskari vinnusøgu
Nýggja vinnublaðið hevur funnið føroysku fyritøkuna, ið er vaksin skjótast tey seinastu 4 árini og kann tí kalla seg føroyskur gazelluvinnari 2008.
Blaðið hevur verið á masterclass leiðsluskeiðið í Eik Banka í Klaksvík, ið varð fyriskipað av norðurlendsku deildini hjá Henley Business School í Bretlandi.
Stórar broytingar fara í løtuni fram í Vinnuframagrunninum. Blaðið hevur áhugaverda samrøðu við nývalda formannin í grunninum, sum greiðir frá broyttu kósini.
Ein føroysk fyritøka, við heimstaði í Eysturoynni, hevur gjørt seg serliga galdandi í ár og tekur í komandi ári pláss millum heimsins størstu á sínum øki.
Støðan í heimsbúskapinum er framvegis ótrygg og búskaparfrøðingar um allan heim hava eyguni vend móti gongdini í USA.




