Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýútbúgvin við bivandi hjarta

Skúlablaðið

Vit áttu at havt eina skipan við akkersfólki til nýútlærd. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum:

Vit áttu at havt eina skipan við akkersfólki til nýútlærd. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum:

Aftur í ár vóru fleiri lærarar klaktir á Námsvísindadeildini. Tey, ið hava fingið starv eftir summarsteðgin, eru spent at fara til verka. Spent at vita, hvussu ein gerandisdagur sum lærari háttar sær við øllum teimum avbjóðinum, sum tað hevur við sær. Ein nýklaktur lærari hevur ikki einans tær ”vanligu” avbjóðingarnar at hugsa um. Hann skal eisini finna stevið, finna gerandisdagin og finna sína leið sum lærari. Hetta kann gerast bæði trupult og strævið, tí umframt hesar avbjóðingar, so skal tann nýútlærdi eisini finna útav teimum dagligu rútmunum, sum eru á einum skúla. Tá alt hetta er nevnt, so eru vit ikki komin til alt tað praktiska.

Teir lærarar, ið hava roynt at skift arbeiðspláss/skúla, vita, hvat tað er at undirvísa, men standa ofta spyrjandi, tá leitast skal eftir tilfari sum bókum og einnýtisheftum. Hvussu man tað so ikki vera at vera nýlærdur og koma á eitt arbeiðspláss, sum er fremmant?

Eg veit, at tað eru nógvir lærarar á skúlunum kring landið, ið eru sera hjálpsamir, tá nýggj starvsfólk byrja, og tað er fínt. Men nýútbúnir lærarar hava eina serliga avbjóðing og hava serliga nógvar spurningar, men halda seg kanska aftur, tí teir halda seg órógva, tá teir spyrja ov ofta.

Tá eitt skúlaár byrjar, hava øll nógv at gera, og tann nýútbúni hevur eyka at hugsa um, tí hann hevur ikki royndirnar frá farnum árum at hella seg til. Vit áttu at havt eina skipan við akkersfólki til nýútlærd. Eitt starvsfólk, ið fekk tímar at hjálpa og svara spurningum frá nýútbúnum, soleiðis, at nýggj tora at spyrja og práta, uttan at tey fáa kensluna av, at tey órógva. Tann ”gamli” lærarin veit, hvørja uppgávu hann hevur fingið litið upp í hendurnar og hevur eitt vakið eyga við tí nýútlærda.
Hetta kann vera eins gevandi fyri báðar partar, tí læring gongur báðar vegir. Tann nýggi hevur ikki royndirnar, men kanska onkra vitan, ið tann ”gamli” ikki hevur, meðan tann ”gamli” hevur royndirnar, sum tann nýggi manglar.

Um henda skipan verður sett í verk, kunnu vit fyribyrgja óneyðugari stúran hjá nýútlærdum. Tað er neyðugt at fara væl um tey nýútlærdu, tey eru komandi ættarliðið í fólkaskúlanum. Vit, sum longu eru í fólkaskúlanum mugu bjóða teimum eina útrætta hond, soleiðis at tey kenna seg væl og ynskja at arbeiða við tí dýrabarasta tilfeinginum sum er.