Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýval 20. januar

John William Joensen

Annfinnur Kalsberg, løgmaður, hevur í morgin frá tingsins røðarapalli, útskrivað val tann 20. januar 2004.

Lestliga endurgivin sitat í SVF frá tingmonnum í morgun:
 
Óli Brekman:
”Tjóðveldisflokkurin hevur valt at siga løgmann upp og harvið sitandi samgongu!”
 
Jørgin Niclasen:
”Vit høvdu eina vón um, at tað fór at bera til at halda fram, men tá vit fingu brævið frá Tjóðveldisflokkinum í morgun, har teir gjørdu greitt at teir høvdu mist álitið á Løgmanni, varð greitt at tað ikki fór at bera til.”
 
Karstin Hansen:
”Nú bleiv eg uppsagdur sum landsstýrismaður við afturvirkandi kraft. Brævið er dagfest 4. desember og tí má hetta samstundis verða prógv um at Fólkaflokkurin alla tíðina hevði ætlað at siga samstarvið upp. Teir fingu jú ikki brævi frá tjóðveldisflokkinum fyrr enn í morgun.”
 
Bjarni Djurholm
”Vit kundu ikki ímynda okkum annan persón sum løgmann, ti vit hava fult álit á Anfninni. Tí var nýval einasta loysnin.”
 
Høgni Hoydal:
”Vit høvdu vónað at hildið fram við einum øðrum løgmanni.
– Men vit kundu ikki stuðlað einum løgmanni, sum hevur brúkt løgmanssessin og harvið tað politisku skipanina fyri at goyma út ivir tað, sum fram er farið.
– Fyri at endurreisa álitið á politisku skipanina var neyðugt at løgmaður legði frá sær, men vit vildu gjarnað hildið framm við samgonguni.”
 
Løgmaður:
”Eg eri liðugur sum løgmaður, tí eg havi mist paralamentariska meirilutan.
Tí havi eg valt at siga allar landsstyrismennirnar hjá Tjóðveldinum úr starvið og fari samstundis at leggja frá mær sum løgmaður.
Harafturat skal eg boða frá at nýval verður 20. Januar 2004.”