OECD og valskrá Fólkafloksins farin at líkjast. Lægri skattur gevur størri búskaparvøkstur og eitt land, har brúk er fyri øllum.
Samgongan hevur sum mál at víðka samstarvið við OECD. Føroyar og Danmark hava bæði trupulleikan við vantandi arbeiðsmegi. OECD er nú komið við tilmæli til donsku stjórnina um loysn á trupulleikanum. Tey mæla til at lækka toppskattin, tvs. skattin av seinast tjentu krónu, skattin av yvirtímanum. Hetta fyri at økja um hugin hjá fólki at arbeiða.
Vit í Føroyum hava seinnu árini lækkað skattin, og seinastu 2 árini hava vit eisini lækka toppskattin. Úrslitið er sjónligt. Vit hava fingið stóran vøkstur og metlágt arbeiðsloysi.
Arbeiðsloysið er minka við millum 1% og 2%. Tað svarar til millum 250-500 fólk fleiri í arbeiði. Men tað er betri enn so. Úrslitið vísir, at hesa tíðina hava vit fingið 1400 fleiri árverk.
Tað merkir, at uml. 1000 ársverk eru fleiri enn minkingin í arbeiðsloysinum. Fólk hava arbeitt meir, og eisini eru nógv fólk komin í arbeiði, sum fyri tveimum árum síðani ikki ein gong vóru roknað sum arbeiðsmegi.
Vit eiga at halda fram á hesi kós. Tað skal loysa seg at arbeiða og at arbeiða meir, skatturin eigur at lækka. Um toppskatturin hinvegin verður hækkaður, fáa vit niðurgongd. Tað gevur minni vælferð.
Jørgen Niclasen




