Tann, ið leitar sær aftur í tíðina, fær ymist áhugavert at vita. 16. mai 1808 var innrás í Havn. Menn av bretska herskipinum Clio tóku Havnar Skansa og settu eld á hann. Tá var tað, at Løbner ovasti á Skansanum skuldi geva soldátum sínum boðini: “Læg jer ned børn og stræk gevær.”
Undan hesum hevði Clio í nakrar vikur skáksiglt um oyggjarnar. Skipsdagbókin er til, og í henni sæst eitt nú hvar skipið er statt á middegi hvønn dagin. Eisini verður greitt frá, hvat ið hendi hesa náttina, bretar við føroyingum sum skotbjálva gjørdu innrás í Havn og tóku Skansan.
1. juni 1808 var aftur skip á Havnini – Salamine við von Hompesch baróni og eigara. Hann var týskari, men hevði bretskt kaparaloyvi. Eyknevnið brillumaðurin hevði hann fingið, tí at hann hevði brillur, sum ikki var vanligt tá.
Von hompesch barónur tykist vera skipari henda túrin og ikki Thomas Gilpin, sum søgan annars vil vera við. Í skjølum sæst, at Salamine hevði verið á Eiði 28. mai 1808. Har man brillumaðurin hava fingið at vita um Peter Hansen skipara, tí einastu ørindi von Hompesch í Havn hesa ferðina tykjast vera at fáa Peter Hansen við sum loðs.
Tá ið tíðini vóru bara tveir skiparalærdir menn í Havn, Peter Hansen (Hansen skipari) og Nólsoyar Páll. Hansen skipari vildi ikki fara við sum loðsur og krógvaði seg uttan fyri býin. Nólsoyar Páll, sum var staddur í Havn, varð hildin aftur, so teir høvdu hann at taka til.
Brillumaðurin var í øðini, nú Hansen hevði fjalt seg, skeyt ávarðingarskot og lovaði undirgang. “Er wolte das gantze Nest zwerguetschen und alles plündern lassen,” var Hansen skipari ikki funnin innan ein tíma, siga Løbner og Hamershaimb fúti í einari frágreiðing um tilburðin.
Hansen skipari varð funnin, og Salamine sigldi. Men nú frættir brillumaðurin um allar ognirnar í Havn, vendir viðaftur og rænir býin. Skipið fer 9. juni fulfermt til Hetlands, leggur góðsið upp og fer til Føroya eftir restini. Ikki fyrr enn nú hoyra vit um Gilpin.
Samtíðarmaðurin Claus Lund skrivaði soleiðis í dagbók sína:
“27. juni 1808 eftermiddag kl. 6 kom Cutterbriggen (Salamine) igen paa havnen, nu ført af Capt. Gilpin. Begyndte samme aften at føre om bord de forseglede varer fra handelen etc.”
Søgan um brillumannin er long og áhugaverd. Baugh skipari á Clio saksøkti barónin. Baugh helt seg og bretsku krúnuna hava rættin til rænda góðsið í Havn. Rættarsakin fór fram í Admiralty Prize Court í London, og brillumaðurin tapti.
Myndin, sum stendur í bók Páll J. Nolsøe “Føroya siglingarsøgu I (1000-1856),” sýnir bretska herskipið Clio, sum gjørdi herverk í Havn í 1808.




