Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ódámlig framferð

John William Joensen

sigur Andras Mortensen, Landsantikvarur, nú vágamenn hava flutt enska flúgvaran vestur til krígssavni í Miðvági, sum síðan seinra heimsbardaga hevur ligið oman fyri Viðvík

Tað er Føroya Fornminnasavn sum umsitur allar fornlutir í landinum, men hóast flúgarin er ein fornlutur –so er hann ikki umfataður av friðingarlógini sigur Landsantikvarurin, Adras Mortensen.

– Eg havið sæð í fjølmiðlnum at menn hava flutti leivdirnar av enska Catalina flogfarinum til krígssavnið í Vágum, men eg kann bara staðfesta at eingin hevur verið í samband við okkum um loyvi til hetta – og vóru vit spurdir so høvdu vit neyvan givið tað.

– Var flúgarin dottin í havið – so var hann sambært fringarlógini ogn føroya fólks – tí flúgvarar verða beinleiðis nevndir í lógini. Men lógin sigur einki um flúgvarar sum eru niðurdotnir á landi og hóast eg ikki eri løgfrøðingur – so meti eg at tað er jarðareigarin sum skal geva loyvi.

– Friðingarlógin nevnir bara lutir sum eru í jørðini og ikki leyslutir sum liggja oman á jørðini, og tí kann ein siga at baði týski og enski flúgvararnir sum liggja í Norðoyggum eru í eini grásonu.

– Í øllum førum er tað ikki rætt at bara taka lutirnar og flyta teir. Ein nágreinilig skráseting av lutunum átti at verið gjørd fyrst áðrenn ein møgulig flyting kom uppá tal.

– Harafturat er talan um eitt følsámt mál sum væl allir norðoyingar hava eina meingin um – og tí eiga slík tiltøk at verða sera væl gjøgnumhugsaði framanundan.

– Í øllum førum dámar mær ikki framferðarháttin tí hann er ov óskipaður og eisini átti ein at hugsað um hvat fólk halda um eitt tílíkt mál, sigur Andras Mortensen, Landsantikvarur