Klokkan 18:00 sunnudagin verður oddadystur í Badmintonhøllini millum H71 og Team Klaksvík, sum fær Beinur Heðinsson við aftur eftir leikbann.
Beinur Heðinsson er ein av evnaríku ungu leikarunum á besta liðnum hjá Team Klaksvík, og tað kemur tí væl við, at hann nú aftur er tøkur eftir leikbann í 3 dystir.
Liðið hjá Team Klaksvík verður annars tað sama, sum tók ímóti Kyndil síðsta sunnudag. Team Klaksvík vann tann dystin 34-22.
Dysturin nú sunnudagin verður tó ein heilt annar, tí nú er tað sjálvt oddaliðið, H71, sum vitjar í Badmintonhøllini.
Dysturin, sum byrjar kl. 18:00, er ógvuliga avgerandi fyri møguleikarnar hjá Team Klaksvík, bæði tá tað snýr seg um at náa heilt upp á fyrstaplássið og fyri at halda fast um annaðplássið, har StÍF er harðasti kappingarneytin.
Fríðin Ziskason, venjari, vónar, at viðhaldsfólkini koma manssterk í badmintonhøllina sunnudagin at stuðla heimaliðnum.




