Tað er tíð uppá at stadionøkið í Klaksvík verður tikið upp til nýggja viðgerð í býráðnum, soleiðis at verulig gongd kann setast á, sigur leiðarin hesuferð
Stadionøkið
Tað má sigast at vera eitt stórt bragd, sum Klaksvíkar Badmintonfelag, við Jákup Anthoniussen á odda hevur lagt fyri dagin í samband við nýggju badmintonhøllina í Klaksvík.
Flestu munnu vita, at Jákup hevur arbeitt við visión síni nú í eini fýra ár og tað er einki at taka seg aftur í, at hvørki politikarar, fíggingarstovnar ella vit onnur trúðu uppá at hetta fór at eydnast, tá ætlanin á fyrsta sinni sá dagsins ljós.
Jákup hevur arbeitt ótroyttiligur øll hesi árini, og aftanfyri hevur hann sjálvsagt eisini havt góð fólk og fyri stuttum kundi reisugildi fyri badmintonhøllini haldast.
Eitt annað projekt, sum hevur verið frammi í nærum eitt mannaminni er søgan um eitt nýtt stadion í Klaksvík, ella ein fótbóltsvøll afturat.
Áhugavert var at hoyra eiðismann í útvarpinum tosa um nýggja fótbóltsvøllin, sum teir eru í ferð við at gera á Eiði. Har var sagt, at ítróttarfelagið á Eiði hevði brúk fyri einum vølli afturat og tí var roknað við, at vøllurin á Mølini framhaldandi fór at vera brúktur til venjingar, sjálvt um teir fingu ein nýggjan og meira nútímans vøll inni í bygdini.
Í Klaksvík hava vit helst eitt tað størsta ítróttarfelagið í landinum. Hvussu Klaksvíkar Ítróttarfelag fær tað at ganga upp við einum vølli er ein gáta.
Samanborið við verkið hjá Jákupi Anthoniusen, so má stadionøkið sigast at vera ein syrgisøga. Vit høvdu ein vøll eitt skýli og eina ítróttarhøll fyri útivið 40 árum síðani og enn ídag er søgan tann sama.
Gamaní eru stórar broytingar hendar við kørmunum við og um vøllin. Men framvegis er bert ein vøllur.
Ikki tíð, ætlanir og projektir um eitt nýtt stadionøki í Klaksvík hava verið frammi fleiri ferðir, men at kalla ongin eldsál hevur verið, ið hevur megnað veruliga at seta spakan í fyri betri umstøðum til ítróttina.
Vøllurin á Djúpumýru nøktar als ikki tørvin ídag. Hetta ger, at ikki er hugsingur um at skipa fyri alternativum fótbóltskappingum, so sum fótbóltsdystir ímillum arbeiðispláss, skip ella onnur, og hópur av ungdómi, sum ikki er skipaður undir Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur nærum ongar møguleikar at sleppa inn á vøllin, sum nærum er upptikin hvønn tíma hvønn dag í summarhálvuni.
Tað er tíð uppá at stadionøkið í Klaksvík verður tikið upp til nýggja viðgerð í býráðnum, soleiðis at verulig gongd kann setast á.
Ein og hvør má duga at síggja, at um ein bygd sum Eiði hevur tveir fótbóltsvallir fyri neyðini, so má vera alneyðugt at vit her í minsta lagið fáa ein fótbóltsvøll afturat.
Skal takast samanum, so má sigast, at stór afturgongd hevur verið á stadionøkinum hesu seinastu 30 til 40 árini. Gamaní er fólkatalið ikki vaksið so ómetaliga nógv, men hinvegin er aktiviteturin innan ítróttina vaksin munandi og harafturat kunnu vit vænta at fólkatalið í Klaksvík fer at vaksa komandi árini og hvør veit, møguliga verður eitt ítróttarfelag afturat stovnað í kommununi og hvar vera vit tá í venjingar og kappingarumstøðum.




