Greiða leiðslan hjá HB í Effodeildini endurspeglaðist, táA-landsliðið og U21 landsliðið blivu úttikin í dag. Vit hava hugt eftir, hvørjiføroysk feløg eiga flestu leikarar.
HB hevur við sínum sjey leikarum flestar leikarar álandsliðinum, har teir allir eisini eru á A-landsliðinum. Teitur M. Gestsson,Hans Jørgensen, Jóhan Troest Davidsen, Heini Vatnsdal, Christian Mouritsen,Símun Samuelsen og Fróði Benjaminsen fingu allir boð. Næst bestu umboðan áttiKÍ við fimm leikarum, har teir tríggir vóru á U-21 landsliðinum.
Topplistin yvir landsliðsleikarar tilsamans á A-landsliðinumog U-21 landsliðinum er hesin:
HB 7
KÍ 5
NSÍ 4
EB/Streymur og Víkingur 3
TB og ÍF 2
AB og 07Vestur 1




