Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oddaliðið vann

Oliver Joensen

 

Undirhaldandidystur millum topp og botn, tá VÍF í dag var á vitjan hjá Stjørnuni. VÍF vargreiðir favorittur undan dystinum, og við hálveiksstøðuni 16-9 til VÍF var taðnógv sum bendi á, at tað fór at blíva stórsigur til VÍF. Men unga stjørnuliðiðvið Ana-Mariu Elatatinescu á odda gav ikki upp, tær stríddurst væl, og táseinni hálvleikur var hálvrunnin, var munurin minkaður til 4 mál, og spenningurkom í dystinum. Næstu løtuna skiftust liðini um at skora, men nærri komStjørnan ikki. Seinastu løtuna fekk VÍF nøkur skjót mál, soleiðis at endaligaúrslitið 33-26 til VÍF.

Tað er ongantíðnøktandi at tapa, men avrikið hjá ungu stjørnuleikarunum í dag var ok .Sjávlandi mangla royndirnar. Tað kom serliga til sjóndar í støðum, tá tær vórupressaðar, at mistøk blivu gjørd, sum blivu straffaði við skjótum mótálopum.

Tað manglar ikkiso nógv í, til at Stjørnan kann bjóða oddaliðunum av. Á liðnum manglar einroyndur og skotsterkur leikari, tað liggur ov nógva á herðunum á Ana-Mariu. Taðer ikki gott at vita, hvat Kristoffur og hansara fólku finna uppá, ein styrkurhevði komið væl við. Men umráðandi er, at halda fast um kósina sum er løgd, harungu leikarnir skulu fáa møguleikan.

VÍF hevur eitt gott lið og vann fult uppiborið ídag.Tað er onki at ivast, at tær verða við í stríðnum um fm-heitið.


Málini hjá Stjørnuni skutu:Ana-Maria Elantarinescu 13, Mina Sirdal 7 Gudny Johannesn 2, Jancy Jacobsen,Kristina Poulsen, Maria við Neyst og Anna Jacobsen hvør sítt