Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oddaliðið vitjar Team Klaksvík leygardagin

Norðlýsið ÍTROTTUR

1. deild hjá Team Klaksvík skal leika móti VÍF í badmintonhøllini leygardagin kl 16:00. Hetta verður ein trupul dystur; Team Klaksvík tapti fyrr í ár í Vestmanna móti hesum liðið.

Um Team Klaksvík vinnur hendan dystin, fer liðið at liggja betur fyrið á 2. plássi, sum gevur ein play-off dyst um uppflyting.

www.team-klaksvik.com upplýsir, at venjarin hevur tiki liðið: Bent – Jakup – Fríðin – Niclas – Kristoffur – Dánjal – Beinur – Gunnar – Tórður – Jón – Rógvi.

2. deild skal til Havnar at leika móti Neistanum kl 14:00. Liðið : Sylvan – Mathias – Kristian – Meinhardt – Ronnie – Rudolf – Willy – Heri – Steffan – Ásmund – Pætur. Mathias og Ásmund hava bil við. Fara frá rundkoyring kl 12:00.

Dr 17 leika í Klaksvík kl 17:10.

Dr 14 ár leika í Hoyvík.

Eftir at hava lýst eftir hjálp til dr 12 ár í gjár, er tað eydnast at fáa onkran við. Eyðbjørn Poulsen verður venjari og leiðari á túrinum.