Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oddbjørn Joensen, hjálparvenjarin hjá HB: Alt ov nógvir gamlir leikarar í KÍ-hópinum, sigur HB venjarin

John William Joensen

Um vikuskiftið tapti KÍ 3-0 ímóti HB í venjingardysti í Gundadali, men hóast ein ikki skal leggja nakað stórvegis í úrsliti av einum venjingardysti, so heldur HB venjarin at KÍ hópurin hevur alt ov nógvar leikarar sum eru omanfyri 33 ár.

Oddbjørn Joensen, sum er ein av venjarunum hjá HB sigur at hóast HB vann 3-0 á KÍ um vikuskiftið, so sigur tað einki um styrkina hjá liðunum.
Venjarar brúka venjingardystir til at gera ymiskar royndir, og tí hevur úrslitið av slíkum dystum ongan týdning.

Í samrøðuni sum verður í blaðnum fríggjadagin, heldur hann tað kann skapa trupuleikar at KÍ-liðið hevur so nógvar leikarar sum eru oman fyri 30 ár.