Líka síðani ÚF byrjaði at senda í 1957 hevur Oddbjørn Vágslíð fylgt trúliga við og lurta við áhuga eftir øllum tónleikasendingum, sum hava havt okkurt við Country tónleik at gera. Nú á gamalsaldri sleppur hann at sita hinumegin borðið og at framleiða sendingar til Føroya fólk um country hetjur. Fyrsta sendirøðin er um Waylon Jennings og fer í luftina í dag kl. 16:05
Fyrst nøkur orð um toymið, sum hevur framleitt hesa minnissendirøð í 6 pørtum um Waylon Jennings, føddur 15 juni 1937, deyður 13 februar 2002. Oddbjørn Vágslíð, Klaksvík, hevur skrivað handrit og valt tónleik til hesar sendingar. Djóni Andreasen, Tórshavn, hevur lisið handrit inn í EB studio í Klaksvík. Erik Biskopstø, Klaksvík, hevur verið tøkningur, hevur tikið sendingar upp, klipt og snikkað tær til at fara út í luftina til Føroya fólk í Kringvarpi Føroya.
Hugskotið til at gerða tílíkar country sendingar eigur Oddbjørn Vágslíð, sum alt sítt vaksna lív, hevur lisið um countrysøguna og teir countrytónleikarar, sum hava myndað hesa søgu. Oddbjørn hevur lurtað og fylgt við country tónleiki, síðan hann í 1957 byrjar, at lurta eftir einari radiostøð AFN Frankfurt, sum sendi country tónleik til teir amerikansku hermennirnar í Týsklandi og sum kundi hoyrast her í Føroyum tað myrku vetrarhálvuna. Oddbjørn helt, at tað vóru so nógvir góðir country-sangarar, sum vóru farnir foldum frá, sum høvdu uppiborið at fingið eina minnissending í Kringvarpi Føroya, so hann fór í holt við hesa uppgávu.
Tann fyrsta í røðini verður ein minnissending um Waylon Jennings, sum fór foldum frá fyri 21 árum síðani. Vónin er, at kunna gera fleiri minnissendingar, og tær sum liggja fremst, eru minnis sendingar um Hank Williams, Merle Haggard og Johnny Cash. Í 1970 árunum keypti Oddbjørn nógvan country tónleik ígjøgnum fiskimenn, sum vóru yviri í New Foundlandi og fiskaðu, og man hann eiga tað størsta savnið av New Foundlands keyptum country tónleiki, sum er her á landi frá hesi tíðini.
Á páskum í 1978 vóru Oddbjørn Vágslíð og Jóannes Jacobsen, á einari tíggja daga country festivalferð, sum bleiv hildin í býarparti Wembley í London. Hetta var ein innandura konsert, har konserthølið tók 12.000 fólk. Á hesum festivali kom Oddbjørn í kontakt við enska country tíðindablaði “Country Music People”, og hevur hann hildið hetta blað í 45 ár, sum kemur út 12 ferðir um árið. Á hesum festivali í 1978, vóru nógvar country stjørnur, sum framførdu. Nevnast kunnu Merle Haggard, Marty Robbins, Kenny Rogers, Don Williams, Tompall Glaser.o.a. Tó var størsta upplivilsið at hitta og heilsa uppá Mery Reeves Davis, sum var kona Jim Reeves, og var nú uppafturgift. Oddbjørn hevði keypt nøkur eintøk av “Faroe Island Review”, sum Emil Jul Thomsen gav út, hetta skuldi nýtast at geva einum persóni, og vísa á hvar vit komu frá. Tað eina blaðið var um Føroysk bindingarmynstur, og hvussu ull bleiv tilvirka til tógv í Føroyun, hetta blað fekk Mery Reevs Davis, saman við einum visitkorti, hon bleiv so bergtikin av hesum, at hon misti fulstendiga kontaktina við ta mannamúgvu, sum stóð í kø, fyri at fáa hennara autograf í eina bók um Jim Reeves, sum hon seldi á einum sølustað.
Heimaftur komnir fingu Oddbjørn og Jóannes báðir eitt persónligt handskrivað bræv frá Mery Reeves Davis, sum verður goymt sum “reyða gull”. Á tí heimliga country tónleikara pallinum hevur Oddbjørn eisini haft sín leiklut. Á sumri 1994 hittir hann Birgir Kruse og førir hetta til, at Birgir fer undir at gera country sendingar í Útvarp Føroya tann 5. decembur 1994 og fær hon heiti “Burtur á Heiði”. Í desember mánað 1995 stovna Birgir Kruse, Heri Dam og Oddbjørn Vagslíð, country klubban “Kúfóður”, sum nú hevur 27 ár á baki. Í 1997 tekur so Petur Rouch yvir frá Birgir, og nevnir hann sínar countrysendingar “Rót og Rytma”, og gerð Petur 1001 sendingar tey 20 árini, til hann leggur frá sær í 2017. Síðani hevur Ingi Samuelsen, fóðra okkum country fjepparar við countrytónleiki í Kringvarp Føroya.
Og nú fann so Oddbjørn uppá, nú hann nærkast teimun 80 árunum at gera minnis sendingar til Kringvarp Føroya, um country sangarar, sum eru farnir foldum frá, og sum Oddbjørn hevur alsk til. Vónandi koma lurtarar at fáa gleði av hansara vitan innan country tónleik. Lagt verður fyri við einari minnis sending í 6 pørtum um Waylon Jennings.
Í hesum fyrsta parti av minnissending um Waylon Jennings, verður sagt frá ungdómsárunum og teimum fyrstu upptøkunum við Waylon, til hann flytir til Nashville í 1965. Vit hoyra tað fystu plátu upptøku við Waylon Jennings, har hann syngur “Jole Blon” á fronskum máli, sum tey tosa í “Bayou” økinum í Louisana. Vit hoyra um lagnudagin 3. februar 1959, tá íð flúgvarin við Buddy Holly dettur niður, har allir persónarnir lótu lív. Waylon Jennings skuldi við hesum flogfari, men lagnan vildi nakað annað. Vit hoyra live upptøkur við Waylon Jennings og The Waylors í JD´s dansihølinum í Scottsdale, Phoenix, Arizona.o.a.





