Alex Sólstein og Norðlýsið hava í fleiri ár skipa fyri ferðum til onglands. Men í september royndu vit nakað annað, nevniliga ein luksussiglitúr eftir Oder.
Ætlanin fyri túrin var greið. Vit skuldu fara við Norrønu 10 september og sigla til Esbjerg, síðani við bussi til Stralsund í fyrrverandi Eysturtýskalandi, har vit skuldu umborð á luksusskipið Sans Sousi og har skuldu vit vera umborð í einar 6 dagar og sigla út á oynna Rygen í Eystursjónum , hagani til Usedon og Wolgast og síðani eftir Oder til Stettin og Hoohensaaten og Niederfinow, fyri síðani at enda í Berlin, har bussur skuldi taka okkum upp og koyra okkum til Norrønu í Esbjerg. Ferðin vardi í umleið 12 dagar.
Og tað bleiv ein uppliving av teim stóru. Tænastan var í topp, føroyska ferðalagið í hoppla og veðrið sera gott næstan allar dagarnar, hóast tað onkuntíð regnaði.
Vit sigldu framvið endaleysum hvítum sandstrondum við Eystursjógvin og upplivdu bæði bygdaløg og stórbýir, flestu okkara vóru eisini á fyriskipaðum útferðum, eitt nú á Hiddensee, Rygen, Usedom og í stórbýnum í Póllandi Stettin, Eberswalde og so eina náttaútferð í Berlin.
Tænastufólkini á Sans Sousi vitstu nærum ikki hvørjum beini tey skuldu standa á fyri okkum, og tann eina dagin, varð bjóðað føroysku kvinnunum til eitt skeið í "serviettfalding".
Onkur av okkum monnunum fingu rundvísing í maskinrúminum á hesum fína skipinum.
Her skal ikki meira gerast burturúr, tí nógv gott kann sigast um túrin, alt í alt ein ógloymandi uppliving fyri okkum fyriskiparar í hvussu so er og vit eru eitt sindur kræsnir eftirhondini.




