Sunnudagin verður ein forkunnug konsert í Saksun, har øll tey 8 hornorkestrini og harmoniorkestrini í Føroyum verða við.
Tiltakið byrjar kl.13.00 tá orkestrini marsjera út á Pollin. Síðani spæla tey 7 løg harímillum eitt nýtt verk, sum eitur Bergmál. Eftir konsertina verður marsjera niðan aftur í bygdina.
Tiltakið er ókeypis og eru øll vælkomin út á Pollin at lýða á.
Av tí at parkeringsmøguleikarnir eru avmarkaðir heita fyrireikararnir á fólk um at fylla bilarnar sum fara til Saksunar. Víst verður til parkeringsplássini við Margáir í Streymnesi og við dagstovnin og skúlan í Hvalvík.




