Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óðins Eyga á Tjóðpallinum á Ólavsøku

Danial Viðoy

Í dag byrja sýningarnar av barnaleikinum Óðins Eyga, sum verður vístur á Tjóðpallinum á Ólavsøku.Hetta er ein leikur, har áskoðararnir hitta eina djarva gøtugentu, víkingar, gandaravnar, risastórar úlvar, ein áttabeintan hest og gudarnar Loka og Óðin.

Í dag byrja sýningarnar av barnaleikinum Óðins Eyga, sum verður vístur á Tjóðpallinum á Ólavsøku.Hetta er ein leikur, har áskoðararnir hitta eina djarva gøtugentu, víkingar, gandaravnar, risastórar úlvar, ein áttabeintan hest og gudarnar Loka og Óðin.

Tað er Sóley Danielsen, ið spælir allar leiklutirnar í hesum leikinum um 10 ára gomlu Tóru, ið er høvdingadóttir og livir í víkingaøldini. Tóra er væl hjálpt av síni ganda amulett, ið tó eisini gevur henni fleiri lumpisligar fíggindar og avbjóðingar – ikki minst gudin Loka. Í filmsbrotinum síggja vit hana spæla tríggjar av leiklutunum.

Sóley er millum annað kend frá einkvinnuleikinum Einki orð, har hon eisini spældi nógvar leiklutir, júst sum hon hevur tørv á í hesum leikinum, um djørvu Tóru, ið fer úr Gøtu til Kirkjubøar at bjarga pápa sínum, ið er tikin til fanga.

Leikurin er upprunaliga svenskur, og er sera væl umtóktur í heimlandinum. Í Svøríki var tað leikstjórin Magnus Palm, ið setti leikin upp, og júst Palm hevur eisini leikstjórnað føroysku útgávuna av Óðins Eyga.

Ungi rithøvundurin og tónleikarin, Trygvi Danielsen – sum hevur fingið Mentanarvirðisløn Landsins til ungt listafólk – hevur umsett leikin til føroyskt.

Nýt hashtaggið #óðinseyga á Facebook, Instagram ella hvar tað skuldi verið, og deil tínar upplivingar við leikinum.

Leikurin vendir sær fyrst og fremst til børn í aldrinum 6-12 ár.


Leikurin verður sýndur á Tjóðpallinum hesar tíðir:
Leygardagin 25.juli: kl. 15.00
Sunnudagin 26. Juli. kl. 15.00
Mánadagin 27.juli kl. 15.00 og kl. 17.00
Mikudagin 29. juli: kl. 15.00 og kl. 17.00
Hósdagin 30. juli kl. 17.00
Fríggjadagin 31. juli: 17.00

Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá Tjóðpallinum: https://billetto.dk/da/users/tjodpallur-foroya

sí video her