Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Odmar Færø á miðvøllinum

Jákup Ósá

Kanska heldur óvæntað verður tað Odmar Færø, sum í B36 og á landsliðnum seinnu árini bara hevur spælt í miðverjuni, sum skal spæla á sentrala miðvøllinum í dag.

Kanska heldur óvæntað verður tað Odmar Færø, sum í B36 og á landsliðnum seinnu árini bara hevur spælt í miðverjuni, sum skal spæla á sentrala miðvøllinum í dag.

FSF heimasíðan skrivar, at føroyska liðið er sett.

Føroyska liðið byrjar soleiðis:
Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Jóhan Troest Davidsen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen.

Á miðvøllinum verða Christian Lamhauge Holst, Odmar Færø, Róaldur Jakobsen og Sølvi Vatnhamar, meðan Brandur Hendriksson Olsen verður framrættaður miðvallari.

Í føroyska álopinum verður málskjúttin í Pireus, Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum verða Tórður Thomsen, Teitur Matras Gestsson, Rene Joensen, Klæmint Andrasson Olsen, Andreas Lava Olsen, Gilli Sørensen, Pól Jóhannus Justinussen og Kaj Leo í Bartalsstovu.

Lítil ivi er um, at tað er stór uppgáva sum bíðar hjá føroyska liðnum, sum møtir einum liði, sum liggur á odda í bólkinum. Men Rumenia er ikki eitt lið, sum hevur skorað nógv mál, tí fyri 4 dystir hava teir bara skorað 6 mál. Samstundis hava Føroyar ”bara” latið 6 mál inn í 4 dystum. Stóra avbjóðingin er mest sannlíkt á miðvøllinum, har Róaldur og Odmar skulu spæla. Teir hava nærum ongar royndir á A-landsliðnum á hesum plássum, har Hallur Hansson og Fróði Benjaminsen vanliga spæla.