Fær B36 ikki hol á, so er at senda miðverjan Odmar Færø fram í álopið. Hann hevur víst seg at givið B36 liðnum fjølbroytni í, hvussu málini koma.
Tríggir miðverjar hava skorað tvey mál ella fleiri higartil í landskappingini. Teir eru Per Langgaard úr NSÍ, Poul Ingason úr TB/FC Suðuroy/Royn og Odmar Færø úr B36. Men Odmar hevur lagt upp til ikki færri enn 5 mál og tá skal havast í huga, at hann tekur ongar deyðbóltar hjá B36. Odmar er frammi til deyðbóltsstøður og m.a. skallaði hann innkast víðari í síðsta dysti, tá avgerandi málið kom móti TB/FC Suðuroy/Royn. Og fyrr í ár hevur B36 brúkt hann onkra løtu í álopinum síðstu løtuna, tá liðið hevur manglað mál. Sigast má, at hetta hevur verið effektivt, tá ein verjuleikari hevur antin skorað ella lagt upp til 7 mál.
Við tveimum málum og fimm uppleggum er Odmar klárt besti miðverjin í Effodeildini, hvat málum viðvíkur.




