FSF hevur avdúkað, hvørjir byrja inni.
Klokkan 19:45 í kvøld byrjar UEFA Nations League dysturin millum Føroyar og Aserbadjan á Tórsvølli. Sambært fsf.fo verður hetta liðið:
Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen, Odmar Færø og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum verða Jóan Símun Edmundsson, Rene Shaki Joensen, Hallur Hansson, Kaj Leo í Bartalsstovu og Brandur Hendriksson Olsen. Fremsti maður á føroyska liðnum frá byrjan verður Finnur Justinussen.
Eykaleikarar: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Alex Mellemgaard, Heini Vatnsdal, Gunnar Vatnhamar, Magnus Egilsson, Eli Falkvard Nielsen, Pól Jóhannus Justinussen, Rógvi Baldvinsson og Klæmint Andrasson Olsen.
Sonni Ragnar Nattestad hevur leikbann til dystin móti Aserbadjan, meðan Jógvan Rói Davidsen er skaddur, og verður heldur ikki við í dystinum móti Kosovo komandi sunnudag.
Atgongumerkjasølan til dystin móti Aserbadjan hevur annars gingið væl, og á middegi vóru umleið 200 atgongumerki eftir, sum fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.


