Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ódn nærkast

Hanus Kjølbro

Nú er hálvliðið við illveðri hetta vikuskiftið. Í gjár var nógvur vindur í Føroyum – mátingarnar hjá Landsverki máldi upp í 70 m/s. Men, sum ikki einaferð, so vóru støð í Føroyum, har ið vindurin ikki var so ógvusligur. Veðurfrøðingar vænta, at tað ringast tíðarskeiðið fer at vera í kvøld frá umleið klokkan 19 til 21.

Nú er hálvliðið við illveðri hetta vikuskiftið. Í gjár var nógvur vindur í Føroyum – mátingarnar hjá Landsverki máldi upp í 70 m/s. Men, sum ikki einaferð, so vóru støð í Føroyum, har ið vindurin ikki var so ógvusligur.

Í morgun klokkan 9 var lágtrýstið einar 250 fjórðingar í ein útsynning úr Føroyum. Trýstið í miðjuni var undir 950 hPa. Rundan um lagtrýstið melur vindurin ímóti klokkuni. Mesti vindurin er sunnan fyri miðjuna.

So hvørt sum sýklónin nærkast Føroyum, fer ættin fyrst at snara upp í lágan landssynning, síðan lækkar hann niður í eysturhallan sunnan. Tá verður vindurin nógvur – kolandi stormur til ódn. So hvørt sum sýklónin er fram við vestan fyri oyggjarnar, fer ættin vestur um sunnan, og so líðandi fer vindurin at minka.

Veðurfrøðingar vænta, at tað ringast tíðarskeiðið fer at vera í kvøld frá umleið klokkan 19 til 21.