Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ódnin Ophelia

Hanus Kjølbro

Ex-Ophelia sæst beint vestan fyri Norðurspania. Hon heldur beina leið ímóti útsynningsírlandi. Har fer hon í land á middegi í morgin

Árstíðin fyri tropiskar ódnir í Norðuratlantshavi er við at hæsa av. Nógvar hava verið í ár. 17 malandi skipanir eru farnar í gongd yvir tí óvanliga heita havinum vestan fyri Vesturafrika, 15 av teimum hava ment seg til storm, og 10 hava ment seg til ódn.

Tann higartil seinasta av ódnunum, er Ophelia, sum uppstóð seinasta mánadag einar 1000 fjórðingar beint vestur úr Kanariuoyggjum.

Hetta er fjórða ferðin, at 10 tropiskar ódnir eru í einari sesong, síðan farið var undir at skráseta tær fyri meiri enn 150 árum síðan. Hini árini eru 1878, 1887 og 1893. Men eingin veit um nakra tropiska ódn, sum hevur tikið leiðina úr tropunum og so norðureftir – soleiðis sum tropiska ódnin Ophelia ger í hesum døgum

Í miðjuni av ódnini var í morgun fyri kirkjutíð lufttrýstið niðri á 965 hPa. Vindferðin kring ódnareygað var góðar 40 m/s, í hvirlunum upp ímóti 60 m/s. Tølini líkjast illveðrinum í Føroyum jóladag í fjør.

Ophelia er ikki longur ein tropisk ódn, men ein vanlig skipan við ódnarveðri, sum vit kenna so væl til her í Føroyum – verður tí nevnd ex-Ophelia. Ex-Ophelia ferðast í ein landnyrðing og hevur enn bert verið í landi í Asorunum. Har var ikki stórskaði, hóast tað regnaði illa.

Fyrrapartin í morgin nærkast ex-Ophelia væntandi Írlandi. Har fer at verða ringt veður allan seinnapartin – miðalvindferðin hvassur stormur, og nógv regn. Í annaðkvøld er ex-Ophelia farin tvørtur um alt Írland og nærkast Skottlandi. Har verður stormur týsnátt og týsmorgun.

Um middagsleitið týsdagin er miðjan av ex-Ophelia komin miðskeiðis í Norðsjógvin. Tá er ikki nógv megi eftir av Opheliu, bert eitt sindur av vindi.

Her í Føroyum fara vit ikki at merkja nógv til ex-Opheliu.

Viðheft eru nakrar myndir og tekningar av ódnini – og hvørja leið hon væntast at fara.